Danska vinnan: Makrelkvotan er ov lítil

Danska vinnan: Makrelkvotan er ov lítil
Formaðurin fyri donsku uppsjóvarvinnuna heldur, at makrelstovnurin er mettur helvtina ov lítið
 
25.11.2014 - 15:40

Makrelkvotan fyri 2015 er alt ov lítil. Tað sigur formaðurin fyri donsku uppsjóvarvinnuna, Esben Sverdrup-Jensen, eftir at Føroyar, Noreg og Es samdust um at áseta kvotuna fyri næsta ár, og býta meginpartin ímillum sín.

Eftir avtaluni fáa Føroyar 133.000 tons, Noreg 237.000 tons og ES 520.000 tons. 

Eftir eru 164.000 tons, sum skulu latast øðrum londum, serliga Íslandi, Grønlandi og Ruslandi.

Stovnurin mettur ov lítil

Esben Sverdrup-Jensen sigur, at tað er nógvur makrelur í Norðuratlantshavinum, og tí er tað, sum ICES mælir til at fiska, ikki í samsvari við stóru nøgdina av makreli.

- Vit halda at makrelstovnurin er mettur helvtina ov lítið, og tí er kvotan fyri næsta ár alt ov lítil, sigur hann.

Hann sigur seg síggja vandan í, at makrelstovnurin bara fer at vaksa meir, og tað hevur so við sær, at minni verður at fáa av sild. Og tað gevur onga meining, sigur formaðurin hjá donsku uppsjóvarskipunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 22. juni
RagnarRokk: Aslak Bjørn um Bauta
209100
Mánadag 22. juni
Morgunlestur mánadagur 22.juni 2026
209938
Sunnudag 21. juni
Bolero 21. juni 2026
209994
Sunnudag 21. juni
Guðstænasta í Vágs kirkju
209984
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974