Greenland Express nýtir Airbus á Føroya-rutuni

Greenland Express nýtir Airbus á Føroya-rutuni
Grønlendska flogfelagið víðkar rutunetið til Føroya og Kanada, og flogið verður við Airbus 319-flogførum
Greenland Express hevur higartil nýtt Fokker-flogfør, men nú er ætlanin at nýta Airbus-flogfør
 
04.12.2014 - 10:45

Vága floghavn og onnur í Føroyum hava spurt um møguleikarnar at fáa Greenland Express at flúgva til Føroya.

Tað sigur stjórin í Greenland Express, Gert Brask, við heimasíðuna Check-in.dk. 

Í summar fleyg Greenland Express millum Grønland, Danmark og Ísland, men í mars, tá flúgvingin verður tikin uppaftur, verður rutunetið víðkað til eisini at umfata Føroyar og Kanada.

Felagið hevur higartil nýtt flogfør av slagnum Fokker-100, men nú er ætlanin at nýta Airbus 319-flogfør, sum eru av sama slag sum tey, ið Atlantsflog nýtir. 

Sambært Check-in.dk fer Gert Brask í næstu viku at hyggja at tveimum Airbus-flogførum, sum ætlanin er at leiga. Eitt annað flogfelag skal flúgva rutuna fyri Greenland Express. Við Airbus-flogførum ber til at flúgva beinleiðis millum Grønland og Danmark.

Atlantsflog situr ikki hendur í favn

Jørgen Holme, stjjóri í Atlantsflogi, sigur við Kringvarpið, at hann kennir einki til ætlanina hjá Greenland Express at flúgva til Føroya. Hann hevur bert hoyrt um hana í miðlunum. 

Tí vil hann ikki gera viðmerkingar til tíðindini.

Men Jørgen Holme leggur aftrat, at fer Greenland Express at flúgva til Føroya, so fer Atlantsflog ikki at sita hendur í favn, og lata sum einki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846