40.000 tons av makreli í ES-sjógvi næsta ár

40.000 tons av makreli í ES-sjógvi næsta ár
Føroyar og ES gjørdu í gjár avtalu um sínámillum fiskiveiðirættindi fyri 2015
 
10.12.2014 - 08:11

Hóast skotar og hetlendingar royndu at leggja trýst á fiskivinnumyndugleikarnar í Brússel um at minka nøgdina av makreli, sum føroyingar kunnu fiska í ES-sjógvi, so minkar nøgdin bert samsvarandi samlaðu nøgdini av makreli, sum semja er um at fiska.

Føroyar og ES gjørdu í gjár avtalu um sínámillum fiskiveiðirættindi fyri 2015.

Atalan er lík avtaluni í ár, men nakrar smáar broytingar eru gjørdar.

Sínámillum atgongdin at fiska makrel lækkar við umleið 15 prosentum samsvarandi lækkingini í heildarkvotuni, so Føroyar í 2015 hava møguleika at fiska sløk 40.000 tons av makreli í ES sjógvi. Skip frá ES kunnu fiska somu nøgd í føroyskum sjógvi. 

25.000 tons av svartkjafti

Sínámillum atgongdin at fiska svartkjaft í økinum hjá hvørjum øðrum er óbroytt, so at partarnir hava atgongd at fiska 25.000 tons av svartkjafti hjá hvørjum øðrum. Harumframt fáa føroysk skip eina kvotu í ES sjógvi, sum er 15.000 tons, og tí kunnu føroysk skip tilsamans fiska 40.000 tons av svartkjafti í ES sjógvi í 2015. Annars eru bert smærri broytingar í kvotabýtinum. 

Í avtaluna er sett eitt nýtt eftirlitspunkt, tá talan er um makrelfiskiskap, so at tað eftir ætlan gerst høgligari hjá føroyskum skipum at sigla heim til Føroya, og fiskiveiðieftirlitið skal umborð. 

Eisini varð avtalað, at fiskiveiðieftirlitini hjá báðum pørtum skulu samstarva um at menna skipanir í samband við fráboðanir um fiskiskap, upplýsir Fiskimálaráðið í tíðindaskrivi.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Fríggjadag 11. september
LEITISSTEIN 11.09.2026 (Silvurdrongur)
213130
Fríggjadag 11. september
Breddin: Hvat halda tingfólk um PISA-úrslitið?
213107
Fríggjadag 11. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Karin Bech
213097
Fríggjadag 11. september
RagnarRokk: Julien "Nutz" Deyers um The Ember Gone
213093
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065
Hósdag 10. september
Møti hjá Frelsunarherinum - teknmálstulkað
213039