Húsaseljari kann fáa húsini skoðað

Húsaseljari kann fáa húsini skoðað
Húsaskoðan er eitt krav, um seljari vil tekna eina ognarskiftistrygging
 
11.12.2014 - 13:07

Landsverk bjóðar nú teimum, sum selja hús og vilja tekna ognarskiftistrygging, húsaskoðan.

Landsverk hevur góðkent tríggjar menn at skoða hús. Teir eru Christian Østergaard í Havn, Elias Hansen í Syðrugøtu og Valbjørn Dalsgarð á Argjum. Landsverk krevur, at fyri at kunna gerast húsaskoðari, skulu fólk hava skeið í húsaskoðan, sum til ber at taka í Danmark. Hetta skeiðið gevur góðkenning sum húsaskoðari.

Skoðan er krav

Húsaskoðan er eitt krav, um seljari vil tekna eina ognarskiftistrygging. Ætlanin við skipanini er, at seljarin ikki skal hefta fyri møgulig fjald brek, sum ein ognarskiftistrygging fevnir um. 

Húsaskoðanin virkar soleiðis, at áðrenn húsini verða seld, skal seljarin biðja húsaskoðara skoða húsini. Úrslitið av hesi húsaskoðanini verður skrivað í eina støðufrágreiðing. 

Við hesi frágreiðing í hondini kann seljari tekna eina ognarskiftistrygging. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV