2 bilar stolnir um vikuskiftið

2 bilar stolnir um vikuskiftið
Annar bilførarin er ikki tikin, sigur vakthavandi á politistøðini
Tveir bilar stolnir um vikiskiftið
Mynd: savnsmynd  
 
21.12.2014 - 11:52

Ein bilur var stolin í Havn í nátt. Bilurin stóð ólæstur og lyklarnir vóru í.
Maðurin sum tók bilin, rendi á, og rann avstað. Løgreglan fann bilin, men hevur ikki enn fingið hendur á mannin.   

Løgreglan heitir á fólk, um at venda sær til sín, um tey vita nakað um hendingina á telefon 351448.

Leygarnáttina var ein annar bilur stolin, og eisini hann var ólæstur og lyklarnir stóðu í. Maðurin sum tók tann bilin hevur játtað seg sekan, og fær eina bót. 

Báðir bilarnir sum vóru stolnir fingu skaða, men av tíð at teir vóru ólæstir, er ivamál um tryggingin tekur við, og hvør skal rinda fyri skaðarnar. 

Eigararnir av bilunum, sum vóru stolnir, verða skuldsettir fyri ikki at tryggja, at fólk kunnu fara avstað við bilunum. Bótin er 500 krónur. 

Løgreglan heitir tí á fólk um at læsa bilin og at taka lyklarnar við sær.  

Annars hevur verið friðarligt hjá løgregluni í nátt, talan hevur fyri tað mesta verið um at sissa full fólk, sum vóru farin at kjakast í býnum, verður upplýst av politistøðini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053