Hvat er komið burtur úr heildarætlanini

Hvat er komið burtur úr heildarætlanini
Hvar eru vit so í dag, og hvat er komið burtur úr heildarætlanini um fólkaflyting og fólkavøkstur? Politiskt kjak um hetta týskvøldið
 
26.12.2014 - 11:52

Hvar eru vit so í dag, og hvat er komið burtur úr heildarætlanini um fólkaflyting og fólkavøkstur? Hvørji átøk eru framd, hvat hevur gingið væl, hvat kundi verið gjørt øðrvísi, og hvat liggur enn á láni?

Setningurin er tikin úr heildarætlanini um fólkaflyting og fólkavøkstur, sum varð løgd fram 5. apríl í 2013, og sum varð gjørd fyri at loysa størstu avbjóðingina hjá føroyska samfelagnum, sum er fráflyting og vantandi tilflyting. 

Á kvøldsetu týskvøldið skipar Jobmatch fyri politiskum kjaki um hetta evnið. Luttakarar vera Johan Dahl landsstýrismaður í vinnumálum og  og formenn og umboð úr øllum politisku flokkum á løgtingi. Orðstýrari verður Jón Brian Hvidtfeldt.

Heildarætlanin vísti á, at tað eru í stóran mun tey ungu, serliga kvinnurnar, sum flyta burtur - ofta í útbúgvingarørindum - men eisini at nema sær aðrar royndir. Heildarætlanin staðfesti, at samstundis sum nógv ung fara av landinum, eru tað ov fá, sum flyta aftur til landið.

Kjakið verður í Norðurlandahusinum týskvøldið kl. 19 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860