Runavíkar kommuna ger íløgur í eldraøkið

Runavíkar kommuna ger íløgur í eldraøkið
Runavíkar kommuna ger íløgur fyri til samans 28,7 milliónir krónur í eldraøkið
Runavíkar kommuna spennir seg út á eldraøkinum
 
29.12.2014 - 15:01

Eldraøkið fer at seta dám á virksemið hjá Runavíkar kommunu næsta ár. Kommunan keypir saman við Nes- og Sjóvar kommunum partin hjá Sunda-, Eiðis-, Fuglafjarðar- og Eysturkommunu í Eysturoyar røktar- og ellisheimi.

Samstundis keypir kommunan sær eisini ognarlut í eldrasambýlunum á Toftum og Strondum. Og tað kostar Runavíkar kommunu til samans 28,7 milliónir krónur. 

Men samstundis fær kommunan slakar 31 milliónir frá landinum til at reka eldraøkið í 2015. Runavíkar kommuna fegnast um avtaluna millum kommunurnar á Skálafjørðinum um heilsumiðstøð í Runavík. 

Lítil áhugi fyri kommunulæknastørvum

Ætlanin er, at ein stórur partur av heilsuveitingunum til borgarar, sum hava varandi sjúku, og til eldri sum frálíður skal vera í heilsudeplinum. 

Men fyrst og fremst verður arbeitt við at skipa Heilsumiðstøðina soleiðis, at góðar umstøður verða til tríggjar kommunulæknar. 

Bara ein kommunulækni er í løtuni í føstum starvi á Heilsumiðstøðini í Runavík. Heilsutrygd søkti í september eftir tveimum kommunulæknum til Heilsumiðstøðina, men í fyrsta umfari vóru ov fáar umsóknir, og tí verður lýst aftur fyrst í nýggja árinum. 

5.800 fólk eru í læknadøminum. Fíggjarætlanin hjá Runavíkar kommunu næsta ár er góðar 162 milliónir kr. Skattaprosentið er óbroytt, 22 prosent, og barnafrádrátturin er eisini óbroyttur, 5.000 krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 28. januar
Morgunlestur týsdagur 28.januar 2025
186651
Mánadag 27. januar
Norðurljóð 27.januar 2025
186723
Mánadag 27. januar
Takk fyri dansin, Teitur
186918
Mánadag 27. januar
Góðan morgun Føroyar
186905
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 27. januar
3-2
186892
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749