Fundast enn um fiskivinnunýskipan

bannari
Fundast enn um fiskivinnunýskipan
Aftur í dag hevur bólkurin hjá samgonguni, sum roynir at finna semju um eina fiskivinnunýskipan, havt fund. Men enn er ikki komið á mál
Bólkurin hjá samgonguni, sum roynir at finna semju um eina fiskivinnunýskipan, hevur aftur í dag havt fund. Fundur verður aftur í næstu viku
Mynd: Tilvildarlig savnsmynd/KvF  
 
07.01.2015 - 19:20

Floksfomenninir í samgonguni hava sett 1. februar sum evsta mark fyri at finna semju um nýggja fiskivinnupolitikkin.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, dugur ikki at siga, um tað fer at eydnast at semjast fyri 1. februar. Fundur verður aftur í næstu viku.

Í bólkinum, sum tingast um fiskivinnunýskipan, eru Jacob Vestergaard, Jørgen Niclasen og Jákup Mikkelsen fyri Fólkaflokkin, Kaj Leo Holm Johannesen, Alfred Olsen og Johan Dahl fyri Sambandsflokkin og Bill Justinussen og Jenis av Rana fyri Miðflokkin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 12. mars
Veðrið
205547
Hósdag 12. mars
Andglettur - Framsókn
205513
Hósdag 12. mars
Tá røktin ikki røkkur
205491
Mikudag 11. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (5:5)
204320
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459