Barsilsgrunnurin varðveitir avlopið hjá grunninum

Barsilsgrunnurin varðveitir avlopið hjá grunninum
Landskassin missir eina inntøku, nú Barsilsgrunnurin sleppur at varðveita avlopið hjá grunninum
Tey, sum ættleiða, fáa nú rætt til barsilsfarloyvi og barsilspening í upp til fýra vikur, áðrenn tey fáa barnið
Mynd: savnsmynd  
 
17.01.2015 - 10:08

Eitt uppskot um at broyta lógina um Barsilsgrunnin er á veg í løgtingið.

Sambært uppskotinum, skal avlopið, sum higartil er farið í landskassan, vera verandi í Barsilsgrunninum.

Frá 2006 til 2013 var avlopið slakar 58 mió. kr. Í 2013 var avlopið góðar 5,3 mió. kr.

Um Barsilsgrunnurin hevði avlop í fjør, í 2014, fer tað ikki í landskassan.

Ein onnur broyting, sum er á veg, er rætturin hjá teimum, sum ættleiða børn. 

Meginreglan í barsilslógini er, at foreldur kunnu ikki samstundis brúka rættin til ávikavist barsilsfarloyvi og barsilspening.

Men tað skulu ættleiðingarforeldur sleppa, tá tey fara av landinum eftir barni.

Tey fáa nú rætt til barsilsfarloyvi og barsilspening í upp til fýra vikur, áðrenn tey fáa barnið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 30. mars
Orðaval #34: Málsløg
206415
Mánadag 30. mars
Morgunlestur mánadagur 30.mars 2026
205926
Sunnudag 29. mars
Guðstænasta úr Kaldbaks kirkju
206399
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 30. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
206430
Sunnudag 29. mars
Andakt
206401
Sunnudag 29. mars
Guðstænasta í Kaldbaks kirkju
206398