Venjingardystur endaði við harðskapi

Venjingardystur endaði við harðskapi
Dómarin kendi seg noyddan at bríksla venjingardystin millum HB og Víking av orsakað av harðskapi
Poul Ingason varð koyrdur á Landssjúkrahúsið. Har varð staðfest, at nøsin er brotin.
Mynd: Privat mynd  
 
20.01.2015 - 22:38

Venjingardysturin millum HB og Víking í kvøld fekk ein bráðan enda.

Tá umleið 25 minuttir vóru farnir, kendi dómarin seg noyddan at bríksla dystin av.

Fekk ein framaná

Pól Ingason, HB, og Hans Jørgen Djurhuus, Víkingur, dystast um bóltin.

Báðir fara í eina takkling, har Hans Jørgen Djurhuus er ov seinur. Dómarin gevur honum gula kortið.

Poul Ingason er í øðini um takklingina, sum hann metir er alt ov hørð, og sambært dómaranum skumpar hann Hans Jørgen Djurhuus.

Síðani svarar Hans Jørgen Djurhuus aftur við at geva Poul Ingason ein framaná. Úrslitið er, at blóðið rennur úr nøsini á HB-leikaranum.

Poul Ingason hevur verið á Landssjúkrahúsinum til kanningar, og har er staðfest, at nøsin er brotin.

Víkingur: So einfalt var tað ikki

Kringvarpið hevur verið í samband við fleiri í Víkingsleguni, men eingin vil siga stórvegis fyribils. Málið skal viðgerast í felagnum fyrst.

Tó verður sagt, at tað er ikki so einfalt, at Poul Ingason bara skal hava skumpað Hans Jørgen Djurhuus.

Har verður sagt, at tá Poul Ingason reisti seg, bæði sló og sparkaði hann eftir Hans Jørgen Djurhuus.

Hans Jørgen Djurhuus varð ikki hart raktur, men har var greitt samband, áðrenn hann sló aftur, verður sagt úr Víkingsleguni.

Poul Ingason: Eg skumpaði hann

Poul Ingason sigur við Kringvarpið, at hann skumpaði Hans Jørgen Djurhuus í bringuna eftir takklingina og einki meira.

- Eg vil staðiliga afturvísa, at eg skal hava sligið ella sparkað eftir honum,áðrenn hann sló meg, sigur Poul Ingason við Kringvarpið.

Dómarin: Eg havi ongantíð upplivað sovorðið 

Dómarin í dystinum var Ransin Djurhuus. Hann sigur, at hetta er fyrstu ferð, at hann hevur upplivað slíka hending.

Nakað av roki var millum leikararnar eftir hendingina, og hann helt ikki, at tað var rætt, at dysturin slapp at halda fram.

- Eg var bangin fyri, at fleiri tilburðir kundu fara at taka seg upp í dystinum, og tí metti eg, at tað var frægast at bríksla av, sigur Ransin Djurhuus.

- Hann leggur afturat, at hann hevur ongantíð upplivað slíkt áður, og at hann als ikki vil standa modell til tað.

Eg eri fótbóltsdómari, eg eri ikki boksidómari, sigur Ransin Djurhuus við Kringvarpið.

Sigfríður Clementsen: Tað fær avleiðingar

Venjarin hjá Víkingi, Sigfríður Clementsen, vil ikki siga stórvegis enn, tí felagið skal viðgera málið.

Hann sigur tó, at hetta fer helst at fáa avleiðingar fyri Hans Jørgen Djurhuus.

Kringvarpið hevur eisini tosað við Hans Jørgen Djurhuus, men hann hevur onga viðmerking.

HB ger ikki meira við málið

Finnbogi Arge, formaður í Havnar Fótbóltur, sigur, at felagið ger ikki meira við málið, enn at brúka tað sum dømi fyri leikarum um, at hetta er ikki sømiligur atburður, og at hetta stríðir móti andanum í fótbólti, sum skal menna ungdómir sosialt.

Formaðurin sigur, at hetta er eitt mál fyri Víking, og at tað er Víkingur, sum hvassliga eigur at átala slíkari framferð og at revsa leikaran. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 21. desember
Upp á tá - 201224
185450
Leygardag 21. desember
Tríggjar velja jólatónleik
185345
Leygardag 21. desember
Morgunlestur leygardagur 21. desember 2024
184999
Fríggjadag 20. desember
Vikiskiftið 20 desember 2024
185429
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. desember
Veðrið
185431
Fríggjadag 20. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
185410
Mikudag 18. desember
E elski Førjar 6
185285
Mikudag 18. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
185283
Týsdag 17. desember
Føroysk fiktión, 5 partur
185318