Her eru hálvfinaluliðini

21.01.2015 - 21:27
Aktuelt
Her eru hálvfinaluliðini
VÍF fekk fulla úrtøku bæði hjá kvinnum og monnum og H71 vann bólkin, men kennir enn ikki mótstøðu sína
Mynd: Savnsmynd  
 
 

Hálvfinalurnar eru næstan avgjørdar. Hjá monnum manglar ein dystur millum Neistan og H71 2. Hann verður spældur í annaðkvøld kl 19.30 í høllini á hálsi í Havn.

Hesi møtast í hálvfinaluni

Menn : VÍF møtir Kyndli   -    H71 møtir Neistanum ella H71 2

Kvinnur:  VB møtir Kyndli    -   VÍF møtir Neistanum



Menn

Bólkur 1
VíF tók í kvøld oddasessin og fekk fult stigatal í bólkaspælinum. Tó er so ikki avgjørt hvør kemur víðari sum nummar 2. Neistin og H71 2 spæla ikki fyrr enn í morgin.

Men tapið hjá KÍF ger at KÍF er avskrivað, og tað antin verður Neistin ella H71 2 sum verður nummar 2 í bólkinum. 

Úrslit í kvøld 

VÍF - KíF : 23-22 hálvleiksstøðan var 8-11


Stigatalva bólkur A
VÍF      : 6 stig
Neistin : 2 stig
KÍF      : 2 stig
H71 2  : 0 stig


Bólkur 2

H71 vann B bólkin hóast tap fyri Team Klaksvík sunnudagin. Sigurin hjá H71 á Kyndli í dag ger at H71 vinnur bólkin við betri málmuni. H71 hevði frammanundan dystinum ein málmun á tvey mál og endaði nú við einum málmuni við fýra málum.

Kyndil bleiv nummar tvey í bólkinum hóast tap í dag. Hetta kemst av tí at Team Klaksvík tapti fyri STÍF, sum einki stig hevði frammanunda og tískil longu var avskrivað. 

Úrslitini í dag

Kyndil - H71 : 18-20 hálvleiksstøðan var 10-13     
STÍF - Team Klaksvík  35-24 hálvleiksstøðan var 18-11    
 

Stigatalva bólkur B

H71     4 stig
Kyndil   4 stig
STÍF     2 stig
Team Klaksvík 2 stig

Kyndil vann steypafinaluna í fjør móti KÍF. Dysturin endaði 20-22. Vit kunnu nú staðfesta at talan verður ikki um eina endurtøku av finaluni í fjør, tí KÍF kom ikki víðari úr bólkaspælinum.

Kvinnur 

VB og Neistin fingu bæði trý stig, men VB vinnur bólkin tí at tær hava ein betri málmun enn Neistin. Í hesum bólkinum vóru bert trý lið, so talan var bert um tveir dystur hvør.

Úrslitið í dag

STÍF - Neistin  : 16-23 (9-10)

Stigatalvan í bólki A
VB : 3 stig
Neistin : 3 stig
STÍF : 0 stig

VÍF vann B bólkin við fullari úrtøku. Kyndil bleiv nummar tvey í bólkinum. 

Úrslit í dag

Kyndil - Søljan : 0-0  Søljan møtti ikki til dystin, tískil vann Kyndil uttan dyst.

Stigatalvan í bólki B

VÍF : 6 stig
Kyndil : 4 stig
Stjørnan: 2 stig
Søljan : 0 stig

Kyndil vann steypakappingina í fjør, og enn vita vit bert at slagið fer at standa millum Kyndil, Neistan, VÍF og VB, sum eisini eru fýra tey ovastu liðini í landskappingini. 
 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 23. oktober
3-2
Sunnudag 22. oktober
Andaktin
Sunnudag 22. oktober
Norðurevropiski meistaraskapurin