Ikki ein króna úr Danmark til avlurting í Føroyum

Ikki ein króna úr Danmark til avlurting í Føroyum
Telefyritøkurnar í Føroyum noyðast sjálvar at gjalda útgerðina til avlurting er niðurstøðan á fundi í Keypmannahavn
Mette Frederiksen, løgmálaráðharri, gjørdi greitt á fundi við Johan Dahl, landsstýrismann, í gjár, at Danmark fer ikki at gjalda avlurtingarútgerð í Føroyum.
 
23.01.2015 - 13:41

Ikki ein króna kemur úr Danmark til avlurtingarútgerð í Føroyum.

Telelóggávan er á føroyskum hondum, og tí verða Føroyar sjálvar at gjalda allar útreiðslur í sambandi við, at løgtingið hevur álagt telefyritøkunum í Føroyum at geva løgregluni størri heimild til avlurting.

Hetta er niðurstøðan eftir ein fund í Keypmannahavn í gjár millum Johan Dahl, landsstýrismann í vinnumálum, og Mette Frederiksen, løgmálaráðharra.

Útgerð til løgregluna

Løgtingið samtykti á vári í fjør broytingar í føroysku telelóggávuni, sum áleggja føroysku telefyritøkunum at rinda kostnaðin av at seta upp avlurtingarútgerð til løgregluni at brúka. 

Í tí sambandi heitti løgtingið á landsstýrismannin í vinnumálum um at tosa við donsku stjórnina, so føroysku telefyritøkurnar kunnu fáa útreiðslurnar endurgoldnar úr Danmark.

Men tað verður ikki.

Í fyrsta lagi er telelóggávan føroyskt málsøki, og tí hava danskir myndugleikar ikki fíggjarliga ábyrgd av málsøkinum. 

Í øðrum lagi er skipanin í Danmark og í ES hon, at telesamskiftisveitarar sambært lóg rinda kostnaðin av at seta upp avlurtingarútgerð til løgregluna at brúka.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. mai
Tá Grønland bjargaði Føroyum (4:6)
174593
Fríggjadag 3. mai
«Alt mítt er títt, og títt er mítt»
174541
Fríggjadag 3. mai
Morgunlestur fríggjadagur 3. mai 2024
174293
Hósdag 2. mai
RagnarRokk 2.mai 2024
173786
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444