Taka umhvørvisgóðkenning aftur

Taka umhvørvisgóðkenning aftur
Fjarhitafelagið hevur boðað Umhvørvisstovuni frá, at felagið tekur aftur umsóknina um umhvørvisgóðkenning til hitamiðstøðina í Klingruni
Fjarhitafelagið tekur aftur umsóknina um umhvørvisgóðkenning til hitamiðstøðina í Klingruni
 
28.01.2015 - 08:02

- Tað er bólkurin, sum er ímóti, at ein hitamiðstøð, sum brennur olju, verður bygd í grannalagnum í Klingruni í Hoyvík, stendur á Facebook síðuni hjá bólkinum, Vit fara ikki at brenna her.

Tað merkir, at Fiskimálaráðið sum kærumyndugleiki ikki ger meir við kæruna frá eigarafeløgunum. Fjarhitafelagið arbeiðir við øðrum loysnum, sum ikki umfata oljufýrdar ketlar í hitamiðstøðini í Klingruni, skrivar bólkurin á Facebook.

Tað var í fjør, at eigarafeløgini inni á Gøtu og í Hoyvíkshaganum savnaðu inn undirskriftir at mótmæla hitamiðstøðini, sum Fjarhitafelagið ætlaði at byggja í grannalagnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. juni
Veðrið
193424
Mánadag 16. juni
3-2 (16. september 2025)
193379