Vápnalógin verður broytt

Vápnalógin verður broytt
Frá 1. januar 2017 ár skulu fólk, sum brúka byrsu ella keypa byrsu, hava vápnaprógv. Løgmaður hevur gjørt broytingar í vápnalógini
Vápnalógin verður broytt 1. januar 2017, ætlar Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, sum hevur gjørt nakrar broytingar í vápnalógini
 
02.02.2015 - 13:28

Tað ætlar Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, sum hevur gjørt nakrar broytingar í vápnalógini. Uppskotið sigur eisini, at øll vápn skulu skrásetast í navninum hjá einum fólki.

Kravt verður, at fólk, sum brúka vápn ella ætla at keypa sær prógv, skulu hava vápnaprógv. Øll, sum eru yngri enn 40 ár, skula taka vápnatrygdarskeið, sum varar átta tímar.

Sambært uppskotinum kunnu fólk, sum vísa hóttandi atburð við vápni, eitt nú tá tey eru ávirkað, revsast eftir vápnalógini. Revsingin kann vera upp í tvey ára fongsul. Í fjórða ársfjórðingi í fjør vóru tríggir tilburðir við skotvápnum í Føroyum.

Ólóglig vápn latast inn

Kravt verður, at øll vápn hava vápnalás ella eru goymd í vápnaskápi. Sambært uppskotinum sleppa fólk, sum hava ólóglig skotvápn, freist til 30. juni næsta ár at lata fútanum vápnini. Tá sleppa tey undan revsing fyri at hava ólóglig vápn.

Sambært viðmerkingunum um lógaruppskotið mælir fútin til at taka fleiri vápn enn byrsur við í lógina, men stundir vóru ikki at taka tilmælini hjá fútanum við hesaferð. Tað verður næstu ferð, lógin skal endurskoðast, sigur løgmaður.

Ætlanin er at lata løgtinginum lógaruppskotið, sum er til hoyringar í løtuni, nú í hesari tingsetuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 21. juni
Bolero 21. juni 2026
209994
Sunnudag 21. juni
Guðstænasta í Vágs kirkju
209984
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974