Suðuroyggin aftur fulla orku á breiðbandinum

Suðuroyggin aftur fulla orku á breiðbandinum
Radiosambandið til Suðuroyar er styrkt, so at breiðbandið aftur koyrir við nøktandi ferð, skrivar FT net í einum tíðindaskrivi
Suðuroyggin aftur fulla orku á breiðbandinum
Mynd: Savnsmynd  
 
13.02.2015 - 08:35

Samstundis verður arbeitt við at umvæla brekini á kaðlunum til Suðuroyar.

Fríggjadagin 30. januar kom brek á sjókaðalin millum Suðuroy og Sandoy. Hetta hevur síðan tá havt ávirkan á nakrar av fjarskiftistænastunum í Suðuroy. Serliga eru tað breiðbandstænasturnar, sum hava havt avmarkaða orku.

Seinnapartin í gjár varð nýtt radiosamband sett upp, sum hevur við sær, at breiðbandstænastan aftur virkar sum vanligt, skrivar FT net. Arbeitt verður víðari við at umvæla tey brek, sum nú eru á sjókaðalsambandinum til Suðuroyar. Um viðrar, verður brekið á kaðalinum millum Skálavík og Víkarbyrgi væntandi umvælt seinni í hesari vikuni ella í komandi viku.

Les eisini: Suðringar kunnu fáa avsláttur fyri kaðalsamband

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. mai
Morgunlestur týsdagur 14. mai 2024
174854
Mánadag 13. mai
Norðurljóð 13.mai 2024
175002
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
FM í estetiskum fimleiki 2024
174949
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902