KT-felagið: Útboð ber brá av starvssetan

KT-felagið: Útboð ber brá av starvssetan
KT-felagið arbeiðir fyri áhugamálunum hjá KT-fyritøkunum í Føroyum
 
25.02.2015 - 08:19

Føroyar eru eftirbátur, tá ræður um at talgilda almenna geiran.

Tað heldur KT-felagið, sum fegnast um, at Gjaldstovan veitir tænastur út á almenna keypsportalinum. 

KT-felagið arbeiðir fyri áhugamálunum hjá KT-fyritøkunum í Føroyum. 

Felagið ivast ikki í, at førleikar eru í vinnuni, og tí eigur vinnan at veita sítt íkast til at gera tað almenna effektivari og betri, sigur felagið.

Taka ikki støðu

KT-felagið tekur ikki beinleiðis støðu til, um Gjaldstovan hevur brotið almenna setanarpolitikkin. Men felagið sigur kortini, at ítøkiliga útboðið á keypsportalinum ber brá av eini starvssetan heldur enn eini veiting av tænastu. 

Men tað er helst eingin forðing fyri, at KT-fyritøkur kunnu bjóða seg fram, sigur KT-felagið. 

Gjaldstovan hevur á almenna keypsportalinum boðið út eitt tíðaravmarkað verkætlanarstarv. Gjaldstovan skal brúka fólk til at gera eina nýggja strategi um, hvussu tænastur hjá tí almenna skulu talgildast. 

Tann, sum settur verður, skal hava neyðugar førleikar, útbúgving og royndir. Men dentur verður eisini lagdur á, at tann sum kann gera arbeiði fyri lægstu lønina, fær starvið. 

Brot á setanarpolitikkin

Kristina Háfoss, tingkvinna fyri Tjóðveldi, heldur, at hetta er brot á almenna setnarapolitikkin. Hon hevur tí sett Jørgeni Niclasen, landsstýrismanninum í fíggjarmálum, ein grein 52 fyrispurning. Freistin hjá landsstýrismanninum at svara spurninginum er í dag. 

Stjórin á Gjaldstovuni, Leif Abrahamsen, hevur víst aftur, at talan er um starvssetan, tí talan er um at útveita eina tænastu. Og tað er ikki tað sama, sigur Leif Abrahamsen. 

Freistin at lata boð inn til Gjaldstovuna var mánadagin. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. mai
Veðrið
175555
Mikudag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175403