Fróðskaparit um epli og fiskatíggjund

Fróðskaparit um epli og fiskatíggjund
Hevur tú lítið at takast við um vikuskiftið, so er áhugaverdur lesnaður komin í bókabúðirnar. 61. fróðskaparrit er komið
 
28.02.2015 - 11:58

Í ritinum hesaferð eru millum annað 10 vísundaligar greinar.

Fiskatíggjund og sendingsgóðs

Eitt nú skrivar Rolf Guttesen, geografur, um fiskatíggjund, har greitt verður frá vaksandi trupulleikum, sum koma fyri í uppkrevjing av fiskatíggjund. Hann skrivar eisini grein um sendingsgóðs í tíðarskeiðinum 1805 til 1855, sum verður sent til Danmarkar.

Eplavelting og Pløyen

Erling Isholm søgufrøðingur skrivar um eplavelting í Føroyum í 19. øld. Greitt verður frá søguni um eplini, sum Pløyen keypti í 1839, og víst verður á, hvussu tað við hesum eplakeypi eydnaðist almennum myndugleikum at forða fyri, at stígur kom í framburðin, sum hevði verið undanfarnu 20 árini.

Ánaniasartáttur

Eivind Weyhe málfrøðingur um Ániasartátt í eini uppskrift á suðuroyarmáli. Tátturin er prentaður stavrættur aftast í greinini. Málformurin verður lýstur og kjakast verður m.a. um, hvat brigdi av suðuroyarmáli uppskriftin umboðar. 

Eyvind Weyhe skrivar eisini um trý staðarnøvn á Sandi: Akrinatjørn, Mølbursvatn og Mølheyggjarnir. Og triðja greinin er um variatiónina av sjálvljóðunum i og u í føroyskum endingum.

Landsniglar

Jens-Kjeld Jensen, Jógvan Fróði Hansen og Ámundur Nolsø skriva um landsniglar. Síðan kanningina hjá Solhøy í 1977-79 er eingin skipað kanning gjørd innan útbreiðslu av landsniglum. 

Nógvur innflutningur av byggitilfari og urtagarðs-tilhoyri hevur skapað karmar fyri innførslu av nýggjum sniglasløgum til oyggjarnar. Greinin er grundað á innsavnað tilfar og eygleiðingar seinnu mongu árini frá heimildarfólki kring landið, sum hava vent sær til Jens-Kjeld Jensen. Fleiri sniglasløg eru komin aftrat. 

Ritstjórnin leggur frá sær
Í ritstjórnini hesaferð eru Dorethe Bloch og Elin Súsanna Jacobsen. Hetta er seinasta ritið, sum tær ritstjórna. Tær leggja nú frá sær og nýggj ritstjórn tekur við. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860
Hósdag 9. mai
Føroyar - Norðurmakadonia (34-27)
174843
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774