Fosturtøkulógin eigur at verða endurskoðað

Fosturtøkulógin eigur at verða endurskoðað
- og føroyskir myndugleikar skulu virka fyri, at fleiri kvinnur gerast virknar í politikki
 
07.03.2015 - 10:08

Hetta eru millum tilmælini, sum ST nevndin fyri kvinnurættindi hevur givið Føroyum.
Tann 24. februar vóru Føroyar, saman við Danmark og Grønlandi, í hoyring í kvinnurættindasáttmálanum, sum kallast CEDAW - hetta í sambandi við frágreiðing um støðuna í Føroyum, sum var latin ST í 2013.
Í einum tilmæli latið Danmark, skjýtur CEDAW nevndin upp, at Danmark umhugsar at endurskoða síni sjónarmið um galdandi fosturtøkulóggávuna í Føroyum. CEDAW nevndin metir, at tað er ein vandi fyri, at kvinnur í Føroyum kunnu koma í vandastøður og verða fyri mismuni í mun til rættindini hjá kvinnum í hinum pørtunum av ríkisfelagsskapinum, tá fosturtøkulóggávan í Føroyum ikki er tann sama sama sum í Danmark og Grønlandi.

Í tilmælunum, sum snúgva seg um Føroyar, verður annars millum annað mælt til:

At veita størri kunning um Kvinnurættindasáttmálan. 
At endurskoða núverandi skipanir, sum hava til endamáls at veita javnstøðu, gera fleiri kanningar innan kyn og javnstøðu og at fáa til vega og greina fleiri hagtøl um kyn. 
At virka fyri at broyta siðbundnar fatanir av leiklutinum hjá kvinnum og monnum í samfelagnum. At styrkja um rættarverjuna hjá kvinnum, sum eru fyri harðskapi. 

Og at virka fyri at fáa fleiri kvinnur í kommunal og landspolitik við m.a. at umhugsa at fáa eina fyrbils kvotuskipan í lag.
Føroyar skulu lata sína næstu CEDAW frágreiðing til ST í 2019.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. juni
Kórstevnan 2025 - seinna sending
193049
Týsdag 10. juni
Morgunlestur týsdagur 10.juni 2025
192950
Mánadag 9. juni
Poppverturin
193018
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. juni
Andakt við Bergi Debes Joensen
192984
Sunnudag 8. juni
Guðstænasta úr Havnar kirkju
192979
Leygardag 7. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
192956