Spakin setast í 1. apríl - gera nú forkanningar

Spakin setast í 1. apríl - gera nú forkanningar
Forkanningarnar til higartil størstu byggiætlanina hjá Bústøðum eru nú byrjaðar. Samlaði prísurin má fáast uppá pláss áðrenn arbeiðið byrjar
Bústaðir ger nú neyðugu forkanningarnar í Klaksvík, har higartil størsta byggjaríið hjá Bústøðum skal gerast. Spakin verður ætlandi settur í 1. apríl
Mynd: Norðlýsið  
 
08.03.2015 - 13:08

Forkanningarnar til higartil størstu byggiætlanina hjá Bústøðum byrjaðu fríggjadagin, tá gravimaskinur og tilfar komu á økið við Biskupstorg í Klaksvík, har Bústaðir skulu gera 30 íbúðir.

- Vit mugu gera nakrar forkanningar í økinum, so vit kunnu fastleggja prísin. Tað gera vit, so vit eisini kunnu gera neyðugu sparingarnar áðrenn sjálvt arbeiðið byrjar.

Tað sigur Bogi Jacobsen, tekniskur leiðari hjá Bústøðum. Hann sigur, at samlaði heildarkostnaðurin fyri verkætlanina má vera til taks áðrenn byggingin byrjar.

Íbúðirnar partur av størri miðbýarætlan

- Hetta er ein stórur dagur, og vit fegnast um, at vit nú síggja framgongdina í verkætlanini fyri miðbýin, sigur borgarstjórin í Klaksvík, Jógvan Skorheim, við heimasíðuna hjá kommununi.

Tær 30 íbúðirnar hjá Bústøðum á Biskupstorgi eru partur av eini nýggjari miðbýarætlan fyri Klaksvík. Umframt íbúðirnar hjá Bústøðum, skulu eisini byggjast nýggj handilshøli, har íbúðirnar verða bygdar.

Gongst sum ætlað, verða forkanningarnar hjá Bústøðum lidnar seinni í hesum mánaðinum. Spakin verður ætlandi settur í 1. apríl, sigur Bogi Jacobsen, tekniskur leiðari hjá Bústøðum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. mai
Skratsj 1. mai 2024
174472
Mikudag 1. mai
Flaggdagshald 2024
174454
Mikudag 1. mai
Morgunlestur mikudagur 1. mai 2024
174291
Mikudag 1. mai
LEITISSTEIN 30.04.2024 (Hamradun)
174433
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418