Kommunan og Vørn stríðast enn um flogvøllin

Kommunan og Vørn stríðast enn um flogvøllin
Innlendismálaráðið kundi ikki uttan lógarheimild geva onnur boð um brunamálsviðgerð enn lógin sigur. Tað sigur advokaturin hjá Sørvágs kommunu
 
25.03.2015 - 13:15

Løgfrøðiliga stríðið millum Vørn og Brunaeftirlitið og Sørvágs kommunu um, hvør eigur at góðkenna brunatrygdina í nýggju farstøðini á flogvøllinum, heldur fram. Kjarnin í trætuni er, hvør skal góðkenna, Brunaeftirlitið ella Sørvágs kommuna, eftir at byggilógin kom 1.apríl í 2013.

Fyri 1.april í 2013 var eingin ivi. Tá var Brunaumsjónin, sum stovnurin kallaðist tá, góðkennandi myndugleiki. Men tá byggilógin kom, varð brunaviðgerðin flutt frá landi til kommunur.

Men Brunaeftirlitið metir seg at eiga viðgerðina.

Rundskriv

Tí Innlendismálaráðið segði í rundskrivi 27.mai í 2013, at Brunaumsjón landsins átti ítøkiligu brunamálsviðgerðina, tá talan var um "ikki vanliga" bygging, sum fekk byggiloyvi fyri 1.apríl 2013, tá nýggja lógin kom. Sørvágs kommuna gav byggiloyvið tann 27.september í 2012.  

Og 3.juli í fjør gav Sørvágs kommuna P/f Vága Floghavn loyvi at brúka farstøðina. Eitt ráðgevandi felag, Notir, gav loyvið vegna Sørvágs kommunu.

Brunaeftirlitið hevur síðani á ymsan hátt, millum annað við kærum, roynt at fingið Sørvágs kommunu at taka aftur loyvið, sum Vága Floghavn fekk. Brunaeftirlitið sigur, at trygd kann ikki veitast fyri fólkatrygdini í farstøðini, um eldur kemur í.

Brunaeftirlitið hevur boðað Sørvágs kommunu frá, at farstøðin kann møguliga vera opin undir herdum eftirliti, meðan málið verður endaliga viðgjørt, og farstøðin kann verða góðkend. Men Sørvágs kommuna bakkar ikki.

Fyri stuttum segði advokaturin hjá kommununi, Christian Andreassen, í brævi til Vørn, at hann er als ikki í nøkrum iva um, at málsræðið viðvíkjandi brunaviðgerð av øllum bygningum (eldshættislig virki undantikin) frá og við 1.apríl 2013 er flutt frá landi til kommunurnar.

Kommunurnar umsita

Eitt av høvuðsendamálunum við lógini um tilbúgving og lógini um bygging var at áseta eitt greitt kompetancubýti millum land og kommunur. Báðar lógirnar staðfesta heilt greitt, at brunamyndugleikin verður fluttur til kommunurnar at umsita.

"Og," skrivar Christian Andreassen, "eg kann tí als ikki taka undir við, at Innlendismálaraðið av sínum eintingum og uttan nakra lógarheimild gevur onnur boð, enn tey sum greitt framganga av lógini og av viðmerkingunum til lógina."

Og hann vísir á, at í skjølunum í málinum sæst, at Vørn í februar 2013 gjørdi vart við, at Sørvágs kommuna eftir 1.apríl átti brunamálsviðgerðina.

Sørvágs kommuna tekur ikki aftur nýtsluloyvið, sum P/f Vága floghavn fekk til farstøðina tann 3.juli í fjør, sigur Sune Jacobsen, borgarstjóri í Sørvági. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585