Nýggj forkvinna í Fíggingargrunninum

Nýggj forkvinna í Fíggingargrunninum
Birita Sandberg Samuelsen, advokatur, tekur við sum forkvinna í nevndini hjá Fíggingargrunninum eftir Rúna Vang Poulsen
Mynd: Privatmynd  
 
25.03.2015 - 09:50

Birita Sandberg Samuelsen, advokatur, tekur við sum forkvinna í nevndini hjá Fíggingargrunninum, nú formaðurin, sum hevur verið í eitt ár, Rúni Vang Poulsen, stjóri í Smyril Line, fer í nevndina í BankNordik á aðalfundi bankans í dag.

Rúni Vang Poulsen heldur tó fram í nevndini í Fíggingargrunninum, sum umsitur partapeningin hjá landinum í BankNordik. Landið eigur framvegis triðingin av bankanum.

Rúni Vang Poulsen bað sjálvur um at sleppa frá sum formaður í Fíggingargrunninum. 

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, valdi nýggja nevnd í Fíggingargrunninum fyrst í apríl í fjør. 

Í nevndini eru nú Birita Sandberg Samuelsen, Rúni Poulsen, Birta Biskopstø, Bjarki Mohr og Meinhard Poulsen.

Fíggingargrunnurin plagar at hava fólk í nevndini hjá BankNordik. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037