Peningur takast av kontuni til serviðgerðir

Peningur takast av kontuni til serviðgerðir
Tær 10 milliónirnar, sum Heilsumálaráðið skal gjalda til Region Hovedstaden, skulu takast av kontuni til serviðgerðir uttanlands
Fíggjarnevndin fær einki fíggjarnevndarskjal frá Heilsumálaráðnum um pengar at rinda tað, sum Eystari landsrættur álegði ráðnum at gjalda fyri viðgerð í Danmark
 
26.03.2015 - 12:35

Fíggjarnevndin fær einki fíggjarnevndarskjal frá Heilsumálaráðnum um pengar at rinda tað, sum Eystari landsrættur álegði ráðnum at gjalda fyri viðgerð í Danmark.

Fíggjarnevndarskjalið, 10,3 mió. kr., strandaði í einum øðrum aðalráði, í Fíggjarmálaráðnum, sum skal góðkenna øll fíggjarnevndarskjøl, áðrenn tey fara víðari í Fíggjarnevndina.

Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, sigur, at Fíggjarmálaráðið noktaði at senda Fíggjarnevndini umbønina um tær 10,3 milliónirnar.

Tað var ikki neyðugt at biðja um pengarnar, fekk Heilsumálaráðið at vita frá Fíggjarmálaráðnum.

Freist til seinna partin í næstu viku

Pengarnir skulu takast av kontuni serviðgerðir uttanlands. Karsten Hansen sigur, at tað noyðist hann so at gera, hóast hann veit, at tá verður ov lítið eftir á teirri kontuni í ár.

Heilsumálaráðið hevur freist til seinnapartin í næstu viku at rinda Region Hovedstaden pengarnar. Í dag ella í morgin fara tey í Heilsumálaráðnum at viðgera spurningin, um tey skulu søkja um at sleppa í Hægstarætt við málinum.

Bæði Føroya rættur og Eystari landsrættur dømdu landsstýrið at gjalda Region Hovedstaden fyri varðhaldsviðgerð á Sct. Hans sjúkrahúsinum.

Eitt nevningating í Føroya rætti dømdi ein filipinskan sjómann í varðhaldsviðgerð fyri at stinga skiparan á frálandsskipinum Tórsvík við knívi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672