Fleiri flogfeløg broyta mannagongdir

Fleiri flogfeløg broyta mannagongdir
Fleiri flogfeløg hava avgjørt, at tað altíð skulu vera tvey fólk í stýrihúsinum. Tað hendir eftir flogvanlukkuna har suðuri í Fraklandi týsdagin
easyJet og fleiri onnur flogfeløg broyta nú mannagongdir, soleiðis at tvey starvsfólk altíð skulu vera í stýrihúsinum
Mynd: AP  
 
27.03.2015 - 07:49

Fleiri flogfeløg kring heimin broyta nú mannagongd, so tað altíð skulu vera í minsta lagi tveir persónar til staðar í stýrihúsinum samstundis. Flogskipari ella stýrimaður má ongantíð vera einsamallur.

Tað hendir, eftir at tað í gjár kom fram, at 27 ára gamli stýrimaðurin, Andreas Lublitz, tilvitað rendi í bergið, har flogfarið hjá Germanwings datt niður har suðuri í Fraklandi og 150 ferðafólk lótu lív.

Læsti hurðina og fleyg 150 fólk í deyðan

Andreas Lubitz var einsamallur í stýrihúsinum og hevði læst hurðina, tá hann tók ræðið á flogfarinum. Skal annar flogskiparin úr stýrihúsinum eina løtu, verður tað frameftir eitt krav, at annað starvsfólk á flogfarinum, skal vera til staðar ta løtuna.

Týska flogfelagið Lufthansa, sum eigur Germanwings, er millum fyrstu flogfeløgini, sum hevur sett nýggju reglurnar í gildi. Onnur flogfeløg, sum hava gjørt tað sama, eru eitt nú Air Berlin, kanadiska Air Transat, lágprísfelagið easyJet, norska Norwegian og íslendska Icelandair.

Roknað verður við, at flestu flogfeløg í heiminum fara at skerpa eftirlitið og herða krøvini eftir vanlukkuna týsdagin. Føroyska flogfelagið, Atlantic Airways, hevur longu greiðar mannagongdir og leiðreglur á økinum. Har skulu altíð vera í minsta lagi tveir persónar í stýrihúsinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444