Tað lukkaðist triðju ferð: TAKS vann sakarmál

Tað lukkaðist triðju ferð: TAKS vann sakarmál
TAKS tapti í Føroya rætti og í Landsrættinum. TAKS vann tó sakarmálið ímóti P/f Vinnuni í Gøtu, tá dómur fall í Hægsta rætti fyri løtu síðan
 
31.03.2015 - 12:04

Tað loysti seg hjá TAKS at royna sakarmálið millum TAKS øðrumegin og Varðan í Gøtu ella P/f Vinnan hinumegin í Hægsta rætti, tá dómur varð feldur í málinum fyri løtu síðani.

Í dóminum fær TAKS viðhald í, at talan var um fjalt vinningsbýti, tá 11 partaeigarar í P/f Vinnuni seldu seldu síni partabrøv í Vinnuni til sítt egna, nýstovnaða holdingfelag.

TAKS kravdi 53,4 milliónir

Sambært Taks eiga teir 11 partaeigararnir at gjalda kapitalvinningsskatt, 53,4 milliónir kr., av søluni, og tað var eisini niðurstøðan hjá Skatta- og avgjaldskærunevndini.

Tey 11 fólkini í P/f Vinnuni góðtóku ikki hesa avgerðina. Tey avgjørdu tó í fyrstu atløgu at gjalda skattin, 53,4 milliónir kr., men tað varð gjørt undir mótmæli.

Dómur varð sagdur í Føroya rætti 14. juni 2011 og í Eystara landsrætti 7. november 2012. Báðu ferðirnar tapti TAKS sakarmálið. Nú, málið varð roynt í rættarskipanini triðju ferð, vann TAKS í Hægsta rætti.

Frætt meira um sakarmálið í útvarpstíðindunum klokkan 12:20.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961