Sjálvstýrisflokkurin nýggjan formann

Sjálvstýrisflokkurin nýggjan formann
Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík, er nýggjur formaður í Sjálvstýrisflokkinum, boðaði flokkurin frá á tíðindafundi fyri løtu síðani
Jógvan skorheim verður nýggjur formaður í Sjálvstýrisflokkur, boðaði flokkurin frá á tíðindafundi fyri løtu síðani
Mynd: KvF  
 
09.04.2015 - 09:57

Á tíðindafundi, sum byrjaði fyri góðum hálvum tíma síðani, boðaði Kári P. Højgaard - nú fyrrverandi formaður - frá, at flokkurin hevur tikið hesa avgerðina.

Ein grund er, sambært Kára P. Højgaard, at niðurstøðan hjá kanningarstjóranum av málinum um Skálafjarðatunnilin verður almannakunngjørd í juni.

Eftirsum Kári P. Højgaard sum landsstýrismaður í innlendismálum hevði ábyrgdina av tunnilsmálinum, so kann ivi verða sáddur um hansara trúvirði.

- Ivi er sáddur um mítt trúvirði, og eg havi valt, at hesin ivin skal ikki skaða Sjálvstýrisflokkin, segði Kári P. Højgaard á tíðindafundinum fyri løtu síðani.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860