Hundraðtals flóttafólk helst druknað

Hundraðtals flóttafólk helst druknað
Hundraðtals flóttafólk eru møguliga druknað í Miðjarðarhavinum í nátt, eftir at eitt skip við millum 500 og 700 flóttafólkum umborð holvdist
Hundraðtals flóttafólk eru helst druknað í nátt, eftir at skipið, tey vóru við, í nátt holvdist millum liberisku norðurstrondina og italsku oynna, Lampedusa
Mynd: Kort: Google Earth  
 
19.04.2015 - 10:37

Tað hendi uttan fyri libisku strondina - ella 210 kilometrar frá italsku oynni, Lampedusa. Í løtuni er eitt stórt bjargingarátak í gongd, men bara 28 fólk eru higartil bjargað, skrivar BBC.

Greinin heldur fram niðanfyri

Skip úr Italia, Malta og øðrum londum við luttaka í bjargingararbeiðinum, ið kemur at taka nakrar tímar. Maltesiska avísin, Times of Malta, skrivar, at flóttafólkini fóru fyri borð, tá tey øll stóðu í sama borði á skipinum.

Flóttafólkini royndu at koma í samband við eitt annað skip, sum sigldi framvið teimum. Fleiri flóttafólk eru funnin lívleys á libisku strondini, skrivar Times of Malta á netinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847