Broytingar gerast á føðideildini

Broytingar gerast á føðideildini
Leiðslan á Landssjúkrahúsinum vil aftur broyta samstarvsháttin millum sjúrarøktarfrøðinar og ljósmøður á føðideildini á Landssjúkrahúsinum
Broytingar verða nú gjørdar á føðideildini á Landssjúkrahúsinum, ætlar leiðslan á sjúkrahúsinum
 
21.04.2015 - 08:09

Síðani 2005 hava ljósmøður verið ein partur av føðideildini, og standa í dag fyri umleið 15 av 28 ársverkum og hava felags ábyrgd av saman við sjúkrarøktarfrøðingunum.

Sambært einum uppskoti, sum er sent pørtunum til hoyringar, vil leiðslan býta ábyrgdarøkini sundur, so ljósmøðurnar hava ábyrgd av føðing, meðan sjúkrarøktarfrøðingarnir hava ábyrgd av barsil.

Sum skipanin er nú, eru tvær ljósmøður á vakt um dagin og um kvøldið, ein er um nattina og ein hevur døgnvakt. Næstan fýra sjúkrarøktarfrøðingar hava dagvakt, tvær hava kvøldvakt og tvær hava náttarvakt.

Úr tveimum niður í eina dagvakt

Verður uppskotið, sum leiðslan vil, verður bert ein ljósmóður á vakt bæði dag, kvøld og nátt, umframt ein á døgnvakt, meðan sjúkrarøktarfrøðingarnir verða fýra um dagin og tríggjar um kvøldið - tað vil siga ein meira um kvøldið, og 0,1 meira um dagin enn áður.

Tó skal ein sjúkrarøkarfrøðingur helst avspáka fyri hvørja dagvakt mitt í viku og fyri kvøldvaktirnar í vikuskiftinum, stendir í uppskotinum.

Uppskotið er til hoyringar hjá starvsfólkunum hesa vikuna og leiðslan tekur eina avgerð í næstu viku. Nýggj skipan skal eftir ætlan setast í verk fyrst í september í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 6. mai
Dylan 85
207986
Mikudag 6. mai
Skratsj 6. maj 2026
207974
Mikudag 6. mai
Eitt korter við klassiskum
207973
Týsdag 5. mai
1. maidagshald í Vágsbotni í Havn
207937
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947
Mánadag 4. mai
Veðrið
207904