ES komið við útspæli til loysn

ES komið við útspæli til loysn
ES leiðararnir, ið hittust í gjár, avgjørdu at seta meira pening av til átøkini í Miðjarðarhavinum og at fáa fatur á fólkasmuglarunum
Meira peningur til átøkini, hert marknaeftirlit og menniskjasmuglararnir skulu steðgast, siga ES leiðararnir, ið hittust hósdagin at umrøðan trupulleikan í Miðjarðarhavinum
Mynd: Savnsmynd/AP  
 
24.04.2015 - 08:10

Leiðararnir í ES avgjørdu á toppfundinum í gjár at trífalda peningin til Triton og Poseidon átøkini í Miðjarðarhavið, uttanfyri Grikkaland og Italia, sum hava marknaeftirlitið í økinum, skrivar DR.

Sostatt styrkir ES marknaðareftirlitið í Miðjarðarhavinum, har nógv flóttaflók eru druknað seinastu vikurnar í royndini at koma úr Norðurafrika til Evropa.

SÍ EISINI Flóttafólkini skulu heimaftur

Samstundis fer at ES eftir menniskjasmuglarunum, ið vinna nógvan pening fyri at senda fólk í vánaligum bátum tvørtur um Miðjarðarhavið.

Fleiri ES lond hava lovað at senda herskip til Miðjarðarhavið. Italiski forsætisráðharrin, Matteo Renzi, sum heitti á ES at hava fund, heldur at avtalan millum ES londini er eitt stórt stig á rættari leið, skrivar Reuters.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659