Spyr um minstu stødd á valstøðum

27.04.2015 - 10:55
Spyr um minstu stødd á valstøðum
Løgtingsmaður vil hava landsstýriskvinnuna í almannamálum at siga sær, hvussu líður arbeiðinum at broyta minstu støddina á valstøðum í Føroyum
Hvussu langt er arbeiðið komið við at broyta markið fyri minstu stødd á valstøðum? Tað vil løgtingsmaður hava landsstýriskvinnuna í almannamálum at svara
 

Hvussu langt er arbeiðið komið við at broyta markið fyri minstu stødd á valstøðum? Tað vil Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hava at vita frá Anniku Olsen, landsstýriskvinnu.

Helgi Abrahmsen spyr eisini, um roknast kann við, at markið fyri minstu stødd verður broytt fyri komandi løgtings- og fólkatingsval, sum skulu vera í seinasta lagi í heyst.

Í viðmerkingunum sigur løgtingsmaðurin, at ein meginregla í vallógini er, at valið skal vera loyniligt. Men av tí at summi valstøð hava sera fáar veljarar, ber í teimum førum næstan til at seta navn á, hvør eigur hvørja atkvøðu.

Minstamarkið hjá valstøðum er 10 veljarar

Í vallógini er ásett, at einki valstað kann hava færri enn tíggju veljarar. Tað eru bara tríggir veljarar fleiri enn tað eru flokkar í løgtinginum. Hetta er ein sera óheppin støða fyri demokratiið á smáplássunum, heldur Helgi Abrahamsen.

Hann hevur tvær ferðir áður reist fyrispurningin um broytingar í vallógini, men enn er einki hent, sigur Helgi Abrahamsen, sum nú ótolnast, tí val nærkast í hvørjum.

- Tað kann ikki passa, at landsstýrið ikki vil loyva veljarum á smáplássum at velja á loyniligum vali, sigur Helgi Abrahamsen. Hann vil eisini hava at vita, hví tað tekur so langa tíð at broyta minsta markið.

Helgi Abrahamsen heitir á Anniku Olsen, landsstýriskvinnu, um at bera so í bandi, at atkvøðurnar á teimum minstu valstøðunum á komandi løgtings- og fólkatingsvali verða taldar saman við einum størri valstaði.

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 3. juni
Lív og virki Frank Mangs
109656
Týsdag 2. juni
LEITISSTEIN 01.06.2020 (Goes Gospel)
109628
Týsdag 2. juni
Breddin
109627
Týsdag 2. juni
Nón 2. juni 2020
109621
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 1. juni
Andakt við Emil Olsen, presti
109624
Mánadag 1. juni
Guðstænasta úr Fuglafjarða kirkju
109572
Sunnudag 31. mai
Andakt við Emil Olsen, presti
109555
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Glyvra kirkju.
109558