10.000 kunnu vera deyð

10.000 kunnu vera deyð
Talið á deyðum eftir jarðskjálvtan í Nepal leygardagin kann vera útivið 10.000 fólk. Almenna talið er nú 4.349 fólk
Talið á deyðum í Nepal eftir jarðskjálvtan leygardagin kann vera útivið 10.000 fólkum, sigur forsætisráðharrin í Nepal
Mynd: AP  
 
28.04.2015 - 10:31

10.000 fólk. So høgt kann talið á deyðum vera, sigur forsætisráðharrin í Nepal, Sushil Koirala, sambært tíðindastovuni, Reuters.

- Nepal hevur tørv á tjøldum, heilivági, viðgerðum og endurmenning. Støðan er trupul, sigur forsætisráðharrin við tíðindastovuna.

SÍ EISINI Sí upptøkuna: Her rakar skalvalop Mount Everest

Ein talsmaður hjá nepalesisku myndugleikunum sigur, almenna talið á deyðum, eftir jarðskjálvtan leygardagin, nú er komið upp á 4.349 fólk.

Eru 10.000 fólk deyð, er talan um herviligastu vanlukkuna í Nepal og India síðani 1934. 8.500 fólk doyðu í einum jarðskjálvta, sum var 15. januar í 1934.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. mai
Morgunlestur týsdagur 14. mai 2024
174854
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860