Landsstýrismaðurin stongir føðideildina við árslok

Landsstýrismaðurin stongir føðideildina við árslok
1. januar 2016 letur føðideildin á Suðuroyar Sjúkrahúsi aftur, sigur landsstýrismaðurin í heilsumálum.
 
05.05.2015 - 14:55

Fyrst segði hann nei.

Nú sigur ja.

Landsstýrismaðurin í heilsumálum, Karsten Hansen, hevur tikið avgerð um at steingja føðideildina á Suðuroyar Sjúkrahúsi 1. januar 2016.

Avgerðin er tikin, eftir at leiðslan í Suðuroyar Sjúkrahúsi av sínum eintingum hevur mælt til at lata føðideildina aftur.

Sí eisini: Brævið frá sjúkrahúsleiðsluni

Ístaðin skulu allar barnakonur í Suðuroy flytast á landssjúkrahúsið í Havn at føða.

Tað er annars ikki meiri enn tvey ár síðani, at sami landsstýrismaður tók avgerð um, at sama føðideild skuldu fáa frið - hóast landslæknin tá mælti honum til at steingja hana.

Tann avgerðin kann lesast her.

 

Les eisini: Føðideildin verður helst stongd

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542