- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skúlaleiðari kærdur fyri Facebook-viðmerking

"Hon er stødd í Kringvarpinum í løtuni! Eg tendri mín svarta gangstrarabuss (rape van), so fara vit allir samlir! Hvør við?"
Soleiðis viðmerkir ein føroyingur á sínum Facebook-vanga, eftir at hava sæð Dag og Viku mánakvøldið 27. apríl.
Viðmerkingin um hópneyðtøku - sum nú er slettað á Facebook - snýr seg um Liljuni Weihe, tíðindaleiðara, sum hetta kvøldið var vertur í sendingini og hevði Karsten Hansen, landsstýrismann, í sjónvarpsstovuni.
Undir viðmerkingini skrivar ein skúlaleiðari sítt íkast:
"Eg veit, hvar hon býr!" og síðani "I'm in".
Kennir tað sum sína skyldu at kæra
Tað er serliga hendan seinna viðmerkingin, sum hevur fingið Liljuna Weihe til at kæra skúlaleiðaran til Mentamálaráðið.
"Sum almennur persónur, eri eg von við at fáa niðrandi viðmerkingar um mítt starv og mín persón. Tað kann og skal eg tola. Men eg føli somuleiðis sum mína skyldu at gera vart við, at ein skúlaleiðari er við uppá at luttaka í eini bólka-neyðtøku av mær í einum neyðtøkubussi," skrivar Liljan Weihe millum annað í kæruni til Mentamálaráðið.
Harmast um viðmerkingina
Kringvarpið hevur tosað við skúlaleiðaran.
Hann angrar í dag at hava skrivað viðmerkingina.
Hon varð skrivað í spølni, men var illa umhugsað og var betur óskrivað, sigur hann.
Olaus Jespersen, deildarleiðari í Mentamálaráðnum, sigur, at tey viðgera kæruna.
Hann væntar, at viðgerðin er liðug í hesi vikuni, og so fær kærarin svar.

























