Spielberg ger film í Føroyum

Spielberg ger film í Føroyum
Upptøkurnar verða gjørdar í ár, og filmurin verður sýndur næsta ár
Heimskendi filmsleikstjórin, Steven Spielberg, kemur til Føroya at gera film seinni í ár. Filmurin verður vístur í 2016
 
15.05.2015 - 19:05

Heimskendi filmsleikstjórin, Steven Spielberg, kemur til Føroya at gera film. Filmurin, sum skal takast upp her, er ein filmsútgáva av einari skaldsøgu hjá Roald Dahl, sum kallast The Big Friendly Giant, ið kom út í 1982.

Upptøkurnar í Føroyum verða gjørdar í ár, og filmurin verður verður sýndur næsta ár. Filmurin verður framleiddur av Disney, Amblin og Reliance í samstarvi við Walden Media.

Fleiri av teimum kendastu framleiðsufólkunum í Hollywood eru við í framleiðslutoyminum. Melissa Mathison, sum er kend fyri at skriva filmin E.T. hjá Spielberg, hevur skrivað handritið til nýggja filmin.

Landslagsmyndir

Í filmsframleiðsluni verða landslagsmyndirnar m.a. úr Føroyum samantvinnaðar við tað, ið kallaðast "Motion Capture Technology." Við øðrum orðum, so eru landslagsupptøkurnar settar saman við upptøkum, ið verða gjørdar í einum stórum studio.

Tað er Visit Faroe Islands, ið hevur samstarvað við fólkini hjá Spielberg um hesa verkætlan.

- Vit eru sum vera man sera spent uppá hendan møguleika, ið verður við til at seta Føroyar á heimskortið, sigur Guðrið Højgaard, stjóri á Visit Faroe Islands.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Mánadag 29. juni
Poppverturin 5
208455
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 29. juni 2026
210273
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 28. juni 2026
210262
Mánadag 29. juni
07 Vestur basti KÍ
210264
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 29. juni
Veðrið
210295
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179