Roynir at fáa Føroyum sjálvstøðugan limaskap

Roynir at fáa Føroyum sjálvstøðugan limaskap
Løgmaður fer at hitta forsetan í olympisku nevndini í morgin
 
20.05.2015 - 07:38

Í morgin fer Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, á fund við forsetan í altjóða olympisku nevndini IOC, Thomas Bach. 

Málið er at vinna Føroyum sjálvstøðugan olympiskan limaskap.

Føroyar hava síðani 1984 roynt at fingið sjálvstøðugan limaskap, men uttan úrslit. 

Á fundinum fer løgmaður at føra fram, at Føroyar luku treytirnar fyri limaskapi, tá umsóknin fyrstu ferð varð latin IOC í 1984.

Og tí heldur løgmaður, at IOC eigur at viðgera føroysku umsóknina eftir reglunum, sum vóru galdandi í 1984, tá eisini lond, sum ikki eru fullveldisríki, fingu limaskap. 

Við sær á fundin hevur løgmaður eitt skriv frá danska forsætisráðharranum Helle Thorning- Schmidt, sum stuðlar føroyska ynskinum um sjálvstøðugan limaskap í olympisku nevndini.  

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 13. juni
Radio Stjernekilde - Partur 4
209130
Leygardag 13. juni
Morgunlestur leygardagur 13.juni 2026
209286
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. juni
3-2
209682
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf kvinnur
209680
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 6 mf kvinnur
209681
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 10 mannafør
209679
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf gentur 17-18 ár
209678