Brøðrasamkoman nýggja sangbók

Brøðrasamkoman nýggja sangbók
1504 sálmar, sangir og kór eru í bókini, sum avloysir Songbók Guds Fólks frá 1976
 
21.05.2015 - 11:25

Hvítusunnudag klokkan 15 verður nýggj sangbók løgd fram á almennum fundi, í sambandi við samfelagsstevnuna hjá brøðrasamkomununum í Klaksvík um vikuskiftið.

Hetta er avloysarin fyri Songbók Guds Fólks, sum varð givin út í 1976. Arbeitt hevur verið við nýggjari útgávu í meiri enn tíggju ár, og nú er arbeiðið liðugt.

Í bókini eru 1504 sálmar, sangir og kór. Nú eitur bókin Nýggja Sangbók, við undirheitinum Guds Fólks.

​Sálmabókagrunnur

Tað er Sálmabókagrunnurin, sum hevur lagt arbeiðið til rættis og gevur bókina út. Í Sálmabókagrunninum eru Árni Jacobsen, Jógvan á Lakjuni, Jóannes Hansen, Meta av Fløtum, Niels Johannesen, Alexander Samuelsen og John í Skemmuni.

Effzett við Flóvini Tyril og Zachariasi Zachariassen gjørdu forarbeiði, og Øssur Berghamar hevur givið ráð. Anna Simonsen tók sær av tí grafiska arbeiðinum.

Seinnaparturin hvítusunnudag fer burturav at snúgva seg um nýggju sangbókina. Á framløguni verður greitt frá søguni hjá sanginum í samkomunum, um arbeiðið fram ímóti útgávuni og um innihaldið í bókini.

Eisini verður sungið úr bókini, sigur Sálmabókagrunnurin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 21. desember
Akademia:"Mest njóting og minst líðing".
201751
Leygardag 20. desember
Jambalaja - 201225
201796
Leygardag 20. desember
Upp á tá - 191225
201791
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201790
Fríggjadag 19. desember
Veðrið
201780
Fríggjadag 19. desember
Vigdís 4:4 - teknmálstulkað
201775
Fríggjadag 19. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201757
Hósdag 18. desember
Veðrið
201723