Tingfundur í dag um grindalógina

Tingfundur í dag um grindalógina
Tingið er kallað saman, tí lógarsmíðið er ikki fullfíggjað, og neyðugt er at gera broytingar
 
21.05.2015 - 08:15

Lløgtingið er kallað saman í dag klokkan tíggju at viðgera grindalógina av nýggjum.

Grindalógin, sum løgtingið hevur samtykt og sum er lýst og kom í gildi í gjár, er ikki fullfíggjað, tá ræður um revsingina fyri at bróta lógina.

Grein 13 í lógini er um revsing fyri at bróta grindalógina.

Men sambært Jógvani á Lakjuni, løgtingsformanni, er tingið boðsent at broyta lógina, tí sum lógin nú er orðað, ber ikki til at revsa sambært grein 13. 

Jógvan á Lakjuni sigur í skrivi til tingfólk, at skal grindalógin vera fullfíggjað og fara at virka longu í summar, er neyðugt at gera nakrar broytingar í lógini nú. 

verða nakrir tingfundir í dag, so bæði framløga og allar tríggjar viðgerðir kunnu avgreiðast í dag. Og so kann løgtingið aftur fara í summarfrí til ólavsøku - um ikki okkurt serligt verður. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. mai
«Alt mítt er títt, og títt er mítt»
174541
Fríggjadag 3. mai
Morgunlestur fríggjadagur 3. mai 2024
174293
Hósdag 2. mai
RagnarRokk 2.mai 2024
173786
Nýggjastu sendingar í SV