Drotningavitjan í leysum lofti

Drotningavitjan í leysum lofti
Nú fólkatingsval er útskrivað, er óvist, um Margretha drotning kemur til Føroya í juni sum ætlað
 
27.05.2015 - 12:52

Ætlanin var, at Margretha drotning og Heindrikur, prinsur, skuldu koma á almenna vitjan í Føroyum frá 15. til 19. juni. 

Men nú fólkatingsval verður 18. juni, hongur vitjanin í leysum lofti.

Danska kongshúsið ger nógv burturúr at vera politiskt óheft. Sambært grundlógini er valdið hjá drotningini avmarkað. Hon setur formliga forsætisráðharran, men drotningin er ikki virkin í politisku gongdini.

Tað er eisini siðvenja, at limirnir í kongshúsinum fara ikki á val, og tey eru sera varin ikki leggja seg út í valstríð.

Hetta var eitt nú sjónligt, tá valevnið hjá Liberal Alliance, Villum Christensen, við seinasta val læt prenta eina valplakat, har hann var avmyndaður saman við Margrethu drotning. Tá gjørdi kongshúsið greitt, at tey kongaligu vildu ikki blandast upp í valstríðið.

Løgmaður og drotningin

Tí kann tað gerast trupult hjá drotningini at koma á almenna vitjan hjá Kaj Leo Holm Johannesen - løgmanni og fólkatingsvalevni - bert fáar dagar undan valinum, og lata seg avmynda saman við føroysku fólkatingsvalevnunum.

Løgmansskrivstovan og Ríkisumboðið samskipa vitjanina hjá drotningini frá 15. til 19. juni. Á Løgmansskrivstovuni siga tey, at tað er drotningin, sum hevur boðað frá, at hon kemur á vitjan, og fyrr enn Løgmansskrivstovan fær onnur boð frá Kongshúsinum, arbeiða tey sum um, at drotningin kemur á vitjan.

Men í løtuni er ivasamt, um drotningin kemur á vitjan.

Ríkisumboðið, Dan M. Knudsen, sigur við Kringvarpið, at ríkisumboðið er farið undir at kanna, hvørja ávirkan fólkatingsvalið fær á drotningavitjanina. Enn hava tey ikki fingið endaligt svar, men roknað verður við, at út á seinnapartin fæst at vita, um Margretha drotning og Heindrikur prinsur koma til Føroya, meðan fólkatingsval verður - ella um vitjanin verður útsett ella avlýst.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 9. september
Skratsj 9. sep. 2026
212998
Mikudag 9. september
Tí tú ert kvinna 1:3
212994
Mikudag 9. september
Morgunlestur mikudagur 9. september
212704
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777