Diplomatisk sambond týdning fyri búskapin

Diplomatisk sambond týdning fyri búskapin
Løgmaður helt røðu, tá føroyska sendistovan í Moskva hevði almenna móttøku í gjár
 
28.05.2015 - 09:09

Tað er týdningarmikil liður í búskaparligu menningini í Føroyum at knýta beinleiðis diplomatisk sambond við lond, ið hava týdning fyri føroyskan búskap.

Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður. 

- Føroyar hava í nógv ár arbeitt við at betra okkara handilsviðurskifti við Russland.  Nýggja sendistovan er týdningarmikið amboð hjá okkum at styrkja handilsviðurskiftini við Russland og onnur eystanlond, sigur hann.

Í gjár var móttøka, í sambandi við at nýggja sendistovan Føroya í Moskva er latin upp. 

Til móttøkuna vóru løgmaður, sendimaður Føroya í Russlandi og umboð fyri almennu myndugleikarnar í Føroyum. Eisini vóru einar 20 føroyskar fyritøkur við. 

Umboð fyri politisku myndugleikarnar í Russlandi, útlendsk sendifólk í Moskva, og russiskir samstarvsfelagir hjá føroysku fyritøkunum vóru eisini til móttøkuna, sigur Løgmansskrivstovan. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329