Doris Jakobsen stillar ikki uppaftur

bannari
Doris Jakobsen stillar ikki uppaftur
Grønlendska fólkatingskvinnan fer nú aftur í landsstýrissessin í Nuuk
Mynd: KNR  
 
28.05.2015 - 14:38

Doris Jakobsen, sum hevur verið fólkatingskvinna fyri Siumut í Grønlandi seinasta valskeið, stillar ikki uppaftur.

Hon tekur nú aftur sæti sum landsstýriskvinna í heilsumálum.

Tá nýtt landsstýri varð skipað í Grønlandi eftir valið í fjør, gjørdist Doris Jakobsen landsstýriskvinna, og varamaðurin, Nick Nielsen, tók sæti á fólkatingi.

Men Nick Nielsen fór úr fólkatingsessinum herfyri, og Doris Jakobsen fór aftur í fólkatingið. 

Nú hevur hon avgjørt ikki at stilla uppaftur til fólkatingsvalið, sum verður 18. juni. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444