Krevur reiðaríið hjá Anitu eftir skjølum

Krevur reiðaríið hjá Anitu eftir skjølum
Advokaturin hjá Løgmansskrivstovuni vil hava P/f Seta at leggja fram skjøl um ognar- og fíggjarviðurskifti í reiðarínum, sum hevur stevnt
Jógvan Páll Lassen er advokatur hjá Løgmansskrivstovuni
 
28.05.2015 - 08:21

Reiðaríið Seta, sum rekur garnaskipið Anitu, stevndi í heyst Løgmansskrivstovuni fyri Føroya Rætt, tí løgmaður tá fyribils tók øll rættindi frá skipinum, og skipið varð lagt frá 1. november í fjør 

Løgmaður staðfesti avgerðina í apríl, og avgjørdi, at Anita skuldi missa rættin til at fiska í føroyskum sjógvi til 31. august í 2016.

Reiðaríið Seta vil hava Føroya Rætt at ógilda hesa avgerðina, og vil eisini hava eitt endurgjald fyri mista inntøku.

Løgmansskrivstovan hevur fingið freist til 8. juni at einum rættarmálsriti frá Seta.

Krevur skjøl

Jógvan Páll Lassen er advokatur hjá Løgmansskrivstovuni. Hann hevur heitt á P/f Seta um at leggja øll skjøl fyri rættin, sum kunna lýsa ognar- og fíggjarviðurskiftini í felagnum.

Spurnartekin hava verið sett við, um Seta lýkur ásetingarnar í lógini um vinnuligan fiskiskap, sum siga, at føroyingar altíð skulu hava ræðisrættin í føroyskum reiðaríum. Spaniólir eiga og fíggja ein stóran part av virkseminum hjá P/f Seta.

Men fyri at sleppa at fiska í føroyskum sjógvi, er ein fyritreyt, at viðurskiftini um útlendska ognarpartin og ræðisrættin eru í lagi.

Tí hevur advokaturin hjá Løgmansskrivstovuni heitt á reiðaríið at leggja skjølini fram, sum vísa, hvussu ognarviðurskiftini í felagnum veruliga eru.

Eru hesi viðurskifti ikki í lagi, skuldi reiðaríið av fyrstan tíð ongantíð havt fingið nakað loyvi, vil Jógvan Páll Lassen, advokatur hjá Løgmansskrivstovuni, vera við.

Vilja ikki lata upplýsingar

Jógvan Páll Lassen sigur við Kringarpið, at Seta vil ikki lata rættinum upplýsingar um fíggjarligu viðurskiftini í felagnum, tí Seta heldur ikki, at hesi viðurskifti eru viðkomandi fyri kravið móti Løgmansskrivstovuni

Tað hevur ikki eydnast Kringvarpinum at fáa viðmerking frá advoktatinum hjá Seta.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025