Blái Krossur: Landsinnsavningin gav 556.000 kr

Blái Krossur: Landsinnsavningin gav 556.000 kr
Peningurin skal brúkast til tvær verkætlanir, - "Øll hava rætt til góð barnár" og "Sig nei til rúsdrekka og narko"
 
03.06.2015 - 10:12


”Øll hava rætt til góð barnaár” er verkætlan, har børn og ung kunnu tosa meira opið um tað at vaksa upp í einum heimi, har rúsdrekka er ella hevur verið til ampa fyri tey og trivnaðin í familjuni.

Sig nei til rúsdrekka og narko” er verkætlan í Ndjamena, høvuðsstaðnum í Kjad í Afrika. Hetta er trý ára verkætlan. Høvuðsendamálið er at minka um rúsdrekka- og rúsevnamisnýtsluna millum ung í Ndjamena.

Í tíðindakskrivi sigur Blái Krossur, at framvegis koma gávur inn, og tí kann endaliga upphæddin verður eitt sindur størri.
400 bússuberarar vóru kring landið, og Blái Krossur takkar fyri um góðu undirtøkuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444