Skulu Føroyar og Grønland úr Fólkatinginum?

bannari
Skulu Føroyar og Grønland úr Fólkatinginum?
Tað er Sjúrður Skaale, fólkatingsumboð fyri javnaðarflokkin, sum spyr, hvørja nyttu føroysku og grønlendsku limirnir gera í Fólkatinginum
 
03.06.2015 - 11:00

Við danska blaðið, JyllandsPosten, sigur Sjúrður Skaale, at gott hevði verið at kjakast um, um fýra limir úr Norðuratlantshavi í Fólkatinginum skulu verða við til at samtykkja lógir, sum als ikki viðkoma okkum.

Hann vísur á, at danska grundlógin, sum tryggjar Grønlandi og Føroyum fýra sessir í Fólkatinginum, ikki samsvarar við veruleikan.

Bara tvey øki av týdningi

Tað eru grundleggjandi bara uttanríkis- og verjupolitikkur, sum hevur týdning fyri norðuatlantisku fólkatingsumboðini, sigur Sjúrður Skaale.

- Í nógvum viðurskiftum virka vit langt uttanfyri grundlógina. Vit krevja skatt inn, vit hava egið undirstøðukervi og egna fólkakirkju, hóast grundlógin sigur, at fólkakirkjan skal hoyra undir danska statin, sigur Sjúrður Skaale.

Endurskoðast

Granskarar frá lærdu háskúlunum í Keypmannahavn og í Aarhus siga við JyllandsPosten, at orsøk er til at endurskoða donsku grundlógina og sessirnar hjá Føroyum og Grønlandi í Fólkatinginum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444