Jack Warner vil siga alt, sum hann veit, um FIFA

Jack Warner vil siga alt, sum hann veit, um FIFA
Eftirlýsti Jack Warner, sum er ein av ovastu leiðsluni í FIFA, boðaði frá hesum í sjónvarpssamrøðu
 
04.06.2015 - 11:36

Hann vil greiða frá øllum, sum hann veit, sum er hent í altjóða fótbóltssamgonguni.

Fyrrverandi varaforsetin í FIFA sigur, at hann hevur prógv, sum kunnu fella fráfarna fótbóltsforsetan, Joseph Blatter.

Les eisini: Dysturin um HM eigur at spælast umaftur

Warner sigur seg hava kekkar og skjøl, sum vísa til Blatter.

Les eisini: Váttar, at teir tóku móti mutri

- Sjálvt ikki deyðin kann steðga omanlopinum, sum fer at koma, segði Jack Warner. - Terningarnir eru kastaðir. Nú vendist ikki aftur. Nú má svíða sum svøllur.

Warner greiddi eisini frá, at tá hann hoyrdi, at Blatter legði frá sær, skrivaði hann í stundini til Blatter og heitti á hann, um at framskunda burturferðina.

- Blatter veit, hví hann fall. Og um nakar annar veit tað, so er tað eg, segði Warner, skrivar CTV-news.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 9. mai
Jambalaja - 090526
208137
Leygardag 9. mai
Vikugesturin: Órædda unga røddin
208133
Leygardag 9. mai
Upp á tá - 080526
208129
Leygardag 9. mai
Vikan 9. mai 2026
208127
Fríggjadag 8. mai
Vikuskiftið 8 mei 2026
208110
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968