Vitjar kortini ikki nú: Drotningavitjanin útsett

Vitjar kortini ikki nú: Drotningavitjanin útsett
Løgmaður og kongshúsið hava gjørt av at útseta drotningavitjanina, sum skuldi verða í komandi viku, boðar Løgmansskrivstovan frá
Vitjanin hjá Margrethu drotning, ið annars skuldi vera í næstu viku, er útsett, boðar Løgmansskrivstovan frá
 
10.06.2015 - 13:33

- Vit høvdu væntað, at tað bar til at skipa fyri fólkatingsvali og drotningavitjan samstundis. Tað er nú nógv, ið bendir á, at tað ikki letur seg gera. Fyri at tryggja ta virðing, sum sømir seg einari drotningavitjan, verður vitjanin tískil útsett, sigur løgmaður.

- Tað harmar meg, tí kring alt landið hava nógv fólk kýtt seg fyri at tryggja drotningahjúnunum eina sømiliga vitjan, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.

Løgmansskrivstovan hevur í dag kunnað avvarðandi partar, sum hava verið við til at fyrireika vitjanina. Nær drotningahjúnini so koma til Føroya, er ikki greitt enn, sigur Løgmansskrivstovan í fráboðan á heimasíðuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. juni
RagnarRokk: Thomas Eriksen um Monolitt
209099
Fríggjadag 19. juni
Morgunlestur fríggjadagur 19.juni 2026
209566
Hósdag 18. juni
RagnarRokk 18.juni 2029
208904
Hósdag 18. juni
RagnarRokk: Neal Morse um L.I.F.T.
208901
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209901
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762