Hava nú mist tolið við Grikkalandi

Hava nú mist tolið við Grikkalandi
Altjóða Valutagrunnurin, IMF, hevur mist tolið við Grikkalandi. Hóskvøldið rýmdu umboðini hjá grunninum av fundinum í Bruxelles
Grikkaland og IMF eru ósamd um pensjónir, skattir og fígging. IMF hevur nú mist tolið við Grikkalandi
Mynd: Savnsmynd/AP  
 
12.06.2015 - 10:03

Talsmaðurin fyri IMF sigur, at Grikkaland eigur næsta leikin, og at ósemja framvegis er um pensjónir, skattir og fígging.

Forsetin í ES, Donald Tusk, ávarar samstundis Grikkaland ímóti at spæla sær við framtíðina, og mælir landinum til at gera eina avtalu við fíggjarstovnarnar.

Greinin heldur fram niðanfyri

- Tíðin rennur undan, og eg eri bangin fyri, at dagurin nærkast, tá onkur fer at siga, at nú er liðugt, sigur Donald Tusk, forseti í ES.

Grikski statskassin er um at vera tómur, og hjálparætlanin fyri landið fer úr gildi seinast í juni. Finst eingin loysn fyri ta tíð, so er vandi fyri, at Grikkaland fer á húsagang, og má fara burturúr samstarvinum um evruna.

Í lánsavtaluni sum er gjørd við Grikkaland eru framvegis 7,2 milliardir evrur tøkar, men londini sum lána pengarnar, vilja ikki geva Grikkalandi teir, fyrr enn ein avtala er fingin við Grikkaland um fíggjarætlanina fyri tey næstu árini, og hvussu pengarnir skulu nýtast.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 9. desember
Veðrið
201256
Týsdag 9. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201232
Mánadag 8. desember
Heim, kæra heim III (3:3) - teknmálstulkað
201217
Mánadag 8. desember
Veðrið
201202