Bárður Hansen og Gilli Sørensen byrja inni

Bárður Hansen og Gilli Sørensen byrja inni
Lars Olsen hevur kunngjørt, hvørjir ellivu byrja inni í dystinum móti Grikkalandi í kvøld. Bárður Hansen úr Víkingi og Gilli Sørensen úr AaB byrja
 
13.06.2015 - 14:41

Lars Olsen hevur valt tveir álopssinnaðar bakkar at byrja inni í kvøld móti Grikkalandi.

Bárður Hansen úr Víkingi hevur havt eitt gott kappingarár, og honum dámar væl at koma niðan við bæði til skot og innlegg. Bárður verður helst á høgra bakki

Á vinstra bakki verður Gilli Sørensen, sum fyri stuttum fekk nýggjan sáttmála við superligafelagið, AaB.

Gilli hevur ofta spælt vongur, og eisini onkuntíð sum áleypari, men hevur fingið nakrar dystir á bakkplássinum fyri Aab. Eisini hann er álopssinnaður.

Hinir níggju leikararnir, ið byrja inni, eru teir teir somu, sum spældu móti Grikkalandi, tá Føroyar vunnu 1-0 í november í fjør.

Liðið:

Gunnar Nielsen, málverji

Bárður Hansen, høgri bakkur

Gilli Sørensen, vinstri bakkur

Atli Gregersen, miðverji

Sonni R. Nattestad, miðverji

Sølvi Vatnhamar, høgri vongur

Christian L. Holst, vinstri vongur

Fróði Benjaminsen, sentralur miðvøllur

Hallur Hansson, sentralur miðvøllur

Brandur Olsen, álopskendur miðvøllur

Jóan Símun Edmundsson, áleypari

 

Dysturin millum Føroyar og Grikkaland byrjar klokkan 19.45. Útvarpið byrjar at senda klokkan 18.20, og sjónvarpið byrjar klokkan 19.20

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. apríl
Mono - Norðuramerika (2:5)
206756
Mikudag 8. apríl
Eitt korter við klassiskum
206743
Mikudag 8. apríl
Skratsj 8. apríl 2026
206739
Mikudag 8. apríl
Tá kroppurin broytist
206728
Mikudag 8. apríl
Góðan morgun Føroyar
206727
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 8. apríl
Hondbóltur: Føroyar - Ísland
206763
Mikudag 8. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
206733
Týsdag 7. apríl
Veðrið
206699
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650
Mánadag 6. apríl
Andakt
206647