300 fleiri eru flutt til Føroya seinasta árið

300 fleiri eru flutt til Føroya seinasta árið
Nú búgva 48.795 í Føroyum, vísa nýggj hagtøl
Fleiri flyta til landið enn av landinum
 
15.06.2015 - 10:01

Fólkatalið veksur í Føroyum.

Tað vísa tøl hjá Hagstovuni, sum hevur tikið saman um gongdina í fólkatalinum fyrsta ársfjórðingin í 2015.

Nú eru munandi fleiri, sum flyta til Føroya, enn úr Føroyum. Flytingin millum Føroyar og útlond vísir eina nettotilflyting til Føroya, og burðartalið er framvegis á einum høgum stigi, skrivar Hagstovan.

Frá 1. apríl í fjør til 1. apríl í ár er fólkatalið vaksið við 531 fólkum. Burðaravlopið, sum er munurin millum talið av føddum og deyðum, var 231, og nettotilflytingin til Føroya var 300.

Hagstovan staðfestir, at burðaravlopið, fráflytingin og tilflytingin er høvuðsorsøkin til góðu gongdina í fólkatalinum.

Fólkatalið í Føroyum er nú 48. 795 fólk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558