Kanningarúrslitið kunngjørt í morgin

bannari
22.06.2015 - 07:48
AktueltSamfelag
Kanningarúrslitið kunngjørt í morgin
Málið um Skálafjarðartunnilin er nú liðugt kannað, og kanningarstjórin kemur sjálvur til Føroya at handa løgtinginum niðurstøðuna
Hans Gammeltoft-Hansen hevur havt Jens Wang og Maiken Johansen at hjálpa sær við kanningararbeiðnum
Mynd: Savnsmynd  
 
 

Kanningin, sum Hans Gammeltoft Hansen hevur gjørt av málinum um Skálafjarðartunnilin, verður latin løgtinginum í morgin.

Føroyski advokaturin, Jens Wang, sum hjálpir danska kanningarstjóranum, hevur áður sagt, at Hans Gammeltoft-Hansen kemur sjálvur til Føroya at handa Jógvani á Lakjuni, løgtingsformanni úrslitið tann 23. juni, sum er í morgin.

Eftir stórt rumbul um gegnið hjá Anfinni Vitalis Hansen, sum løgtingsformaðurin av fyrstan tíð valdi at kanna málið, varð í fjør vár heitt á Hans Gammeltoft-Hansen um at gera kanningina, og hann hevur havt Maiken Johansen og Jens Wang at hjálpa sær.

Løgmaður og Kári kannaðir

Tað eru Kári P. Højgaard, fyrrverandi landsstýrismaður, og Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, sum hava verið kannaðir, og fyrstu avhoyringarnar í málinum vóru í Føroya rætti í juni í fjør.

Í kvøld klokkan fimm minuttir í hálvgun átta - beint eftir Dag og Viku - endursendir sjónvarpið hjá Kringvarpinum sendingina um málið, sum eitur "Skálafjarðartunnilin - kosta hvat tað kosta vil"

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. oktober
Hetjur í hæddunum
Mánadag 16. oktober
3-2
Sunnudag 15. oktober
Andaktin
Sunnudag 15. oktober
Møti úr Frelsunarherinum
Hósdag 12. oktober
Kendir føroyingar: Kjølbro