Løgtingið viðger grindalógina í dag

Løgtingið viðger grindalógina í dag
Fyri aðru ferð, síðani tað fór í summarfrí, noyðist tingið í ótíð at gera broytingar í grindalógini
 
22.06.2015 - 08:23

Løgtingið er kallað saman til fundar í dag klokkan 11.15.

Løgtingið fór annars í summarfrí í mai, men grundin til, at tingfólk nú noyðast aftur til arbeiðis, er, at ein orðing í grindalógini skal viðgerast av nýggjum. Hetta er ikki fyrstu ferð, at tingfólk verða kallað saman í ótíð vegna grundalógina. Hetta er triðju ferð, at løgtingið skal viðgera grindalógina og aðru ferð, at tingið er kallað saman, síðani tað fór í summarfrí.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, ið varðar av lógini, segði við portal.fo í síðstu viku, at tað er politivaldið, sum vil hava greiðari orðingar, tá tað snýr um at leggja hald á bátar og annað hjá Sea Shepherd.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Fríggjadag 3. mai
Vikuskiftið 3 mei 2024
174604
Fríggjadag 3. mai
Tá Grønland bjargaði Føroyum (4:6)
174593
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444