Víkingur ímóti Rosenborg

Víkingur ímóti Rosenborg
Lutakast um UEFA kappingarnar hevur verið í dag. Føroysku feløgini fingu mótstøðu úr Wales, Norðurírlandi, Litavia og Noreg
Mynd: rosenborg.info  
 
22.06.2015 - 12:16

Fleirfaldaðu norsku meistararnir í fótbólti, Rosenborg, vitja Føroyar í summar.

Lutakastið um evropeisku kappingarnar hevur verið í Geneve í dag, og har varð greitt, at Víkingur skal spæla ímóti Rosenborg í innleiðandi umfarinum í Euro League kappingini.

Trý onnur feløg vóru eisini við í lutakastinum í dag. Føroyameistarin, B36, skal spæla ímóti The New Saints úr Wales í Champions League undankappingini.

Í Euro League kappingini skal NSÍ skal spæla ímóti Linfield úr Norðurírlandi, og HB skal spæla ímóti FC Trakai úr Litavia.

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775